Innanlands

Triði báturin verður nú smíðaður á verkstaðnum á Bacalao

77 ára gamli Andrass Joensen lærir í løtuni tólv næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla at smíða føroyska róðrarbátin. - Tað er ein vanlukka, um handverkið at smíða føroyska bátin doyr út og fer í gloymskuna, sigur hann

2021-02-17 13:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“Eg banki, eg buki, eg smíði ein” ... bát.  Hamarin dukar títtur. Eitt ekkó fyri og annað eftir rungar um allan verkstaðin á Bacalao kai í Havn. Tað eru næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla, sum hugagóðir dríva á. Tey læra seg at smíða bát. Eftir aldargomlum føroyskum siði og sniði. Stórverkið, eitt fimmmannafar, tekur seg væl út. Tað er kreativt og vala handverk. Meistarliga væl frágingið.

Í tøgnini millum dukandi sløgini slípa og telgja tey bátslutirnar. Í djúpari hugsavnan. Men tey hava tað eisini stuttligt. Práta og skemta. Kenslan at vera í felag um uppgávuna styrkir samanhaldið.

Tórshavnar Kvøldskúli heldur lív í aldargomlu siðvenjuni at smíða føroyska róðrarbátin. Áhugin er vaksandi, og øll sum hava vilja, áhuga og handalag kunnu læra handverkið, sigur lærumeistarin. Triði báturin verður nú smíðaður á verkstaðnum á Bacalao.

Næmingarnir eru eini tólv í tali, og fólkaslagið er blandað. Kvinnur og menn í øllum aldri við ymiskari bakgrund. Her savnast sjómaðurin, maskinmeistarin, verkfrøðingurin og læknin. Bara fyri at nevna nøkur. Men felagsnevnarin er stóri áhugin fyri bátum og bátasmíði, sum tey takast við í frítíðini. Á Tórshavnar Kvøldskúla.

- Øll, sum hava vilja, áhuga og handalag kunnu læra handverkið, sigur 77 ára gamli lærumeistarin, Andrass Joensen, sum hvørt týskvøld og hóskvøld í vetur hevur lagt næmingunum lag á.

[object Object]

 

[object Object]

Andrass Joensen sigur, at áhugin fyri føroyskum bátasmíði hevur verið í einum aldudali seinastu árini. Gamaní eru fleiri, sum hava smíðað nýggjar kappróðrarbátar. Men kappróðrarbáturin er øðrvísi og als ikki smíðaður eftir sama leisti og sniði sum hin føroyski róðrarbáturin, sum Andras við eftirnavninum Mortensen greiðir frá í bókini av sama navni. Tí er bátasmíð á Tórshavnar Kvøldskúla eitt kærkomið átak, ið átti at rokkið um gáttina longu í fólkaskúlanum, heldur Andrass Joensen.

- Tað er ein vanlukka, um handverkið at smíða føroyska bátin doyr út og fer í gloymskuna. Bátasmíð er aldargamal føroyskur siður, sum má hjúklast um og haldast í hevd, sigur hann.

Men nú tykist vend at vera komin í. Áhugin fyri bátasmíði er aftur vaksandi. Í vetur hava tólv næmingar gingið til bátasmíð á kvøldskúlanum, og vetrarnar frammanundan hevur talið verið á leið tað sama, vísir Andrass Joensen á.

Hann er sjálvur útbúgvin skipasmiður og tekniskur teknari. Hann lærdi á stóru bedingini hjá Kjølbro í Klaksvík og varð útlærdur í 1963. Longu árið eftir flutti hann til Havnar og fekk starv á nýbyggingardeildini hjá Tórshavnar skipasmiðju. Har var hann í samfull 25 ár, til hann fór frá fyri aldur.

Hetta er fjórða árið, at Andrass Joensen undirvísir í bátasmíði á Tórshavnar Kvøldskúla. Higartil eru tveir bátar liðugt smíðaðir. Teir eru báðir seldir til vælgerandi endamál hjá felagsskapinum Kiwanis. Báturin, sum nú verður smíðaður, er tann triði í røðini.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder