Innanlands

Tórshavnar kommuna: Talgilda innskrivingin fer nú í gongd

Komandi mánaðin ber til hjá foreldrum at innskriva børn í fólkaskúla, forskúla og frítíðarskúla við bókingarskipanina BARN

Kommunan og viðkomandi skúli viðgera innskrivingina, áðrenn hon verður endaliga váttað (Mynd: torshavn.fo)

Kommunan og viðkomandi skúli viðgera innskrivingina, áðrenn hon verður endaliga váttað (Mynd: torshavn.fo)

2020-12-17 15:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú verður innskriving til skúlar í Tórshavnar kommunu talgild.

Foreldur í Tórshavnar kommunu skulu nýta talgildu bókingarskipanina BARN, tá tey skriva børnini inn í skúla í desember og januar. Hon kann eisini nýtast til innskriving til forskúla og frítíðarskúla.

BARN er bókingarskipanin, ið verður nýtt til bóking av dagstovnaplássum. Fyri at rita inn í skipanina skulu foreldur útvega sær innritingarskipanina MínLykil og postskipanina MínBoks, og tað skal helst gerast í góðari tíð, boðar kommunan frá.

BARN verður frammanundan nýtt til bóking av dagstovnaplássum. Skúlainnskrivingin er tó ein meira einføld loysn, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Kommunan og viðkomandi skúli viðgera síðani innskrivingina, áðrenn hon verður endaliga váttað.

Skipanin verður virkin frá í dag av, 17. desember, og ein mánaða fram.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder