Mentan

Tórsfest: Her er skráin

Frá klokkan 16 seinnapartin til klokkan 3 verður nógv lív á Vaglinum í Havn

Tórsfest 2017 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tórsfest 2017 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-07-21 17:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ársins fest á Vaglinum er í dag. Talan er um tað sum fyrr hevði navnið ólavsøkukonsertin, men sum seinastu árini er broytt til Tórsfest.

Tað er útselt í forsølu, og lagt er upp til eitt brak av einum kvøldi. Hann sigur nakað av regni um midnáttarleitið, men so er turt restina av náttini. Vindurin verður lítil

Fyrst á skrá er Barnadix og Bubu klokkan 16 og 16:45. Maria Montell fer á pallin klokkan 17:30 og so byrjar veruliga.

Burhan G verður klokkan 18:30, og seinni eru Carpark North, Icona Pop, Signar í Homrum og Burak Yeter millum annað.

Sí skránna niðanfyri (Trýst á myndina, so verður hon størri)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder