Í Nólsoy eru fýra fólk – tvey pør – farin út í eina verkætlan at skapa eitt hugnaligt stað at vitja hjá bæði bygdafólkum og gestum.
Talan er um verkætlanina Stutthol, sum skal latast upp í summar. Farið er í gongd við at umvæla eini eldri hús í bygdini til kafe- og matvirksemi.
Húsið Stutthol hevur eina drúgva søgu. Í stuttum kann sigast at oldurabbi stigtakararnar Nicolaj Falck og Óla Svein Lutherusson, bygdi húsini til systir sína umleið 1890. Ætlanin er at varveita so nógv av tí upprunaliga, sum til ber.
Húsið liggur sera væl fyri, mitt í bygdini og lætt atkomuligt verður hjá øllum. Ætlanin hjá stigtakarunum er, at Stutthol skal vera eitt livandi stað hjá øllum, ið leggja leiðina framvið. Bæði ung, familjur og eldri skulu kenna seg vælkomnan í Stutthol, verður sagt.
Tey fara at borðreiða við løttum rættum, heimagjørdum køkum, góðum kaffi, smuti og øðrum. Ynskið er, at øll sum koma til Nólsoyar, skulu kenna seg væl og fáa eitt gott upplivilsi.
Nú verður leitað eftir fígging til at kunna gera húsini klár at taka ímóti gestum í summar. Verkætlanin er løgd út á hopfigging.fo, har almenningurin hevur møguleika at stuðla verkætlanini fyri so afturfyri at fáa ymist av tí, ið staðið hevur at bjóða, afturfyri, tá Stutthol er latið upp.
![]()
Fólkini aftanfyri
Anja Hartmann Wardum og Óli Svein Lutherusson eru gift, og eru bæði úr Havn. Tey fluttu til Nólsoyar í januar 2019. Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett og Nicolaj Falck eru gift. Aðalbjørg er úr Klaksvík og flutti til Nólsoyar á sumri í 2019. Nicolaj er úr Nólsoy.
Svein og Nicolaj hava stovnað sær felag saman, ið kallast Snittar. Teirra dagliga starv er sum húsasmiðir.
Aðalbjørg er námsfrøðingur og varaleiðari á dagstovninum Látrinum í Nólsoy. Anja er kundaráðgevi hjá tryggingarfelagnum LÍV.
Tey hava øll eitt sindur av royndum at reka kafé/barr virksemi – hava millum annað haft Kunningarstovuna í Nólsoy, Neystkafé og eitt summar høvdu tey raksturin av Maggies, sum nú er afturlatin.
Meira um verkætlanina á Hópfígging
Meira kunning og hópin av myndum er eisini at síggja á Facebook-vanganum Stutthol
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald