Innanlands

Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hjá Dátueftirlitinum til eftirtektar

- Kommunan sær álvarsliga uppá málið og hevur síðani hendingina sett ítøkilig tiltøk í verk fyri at forða fyri, at ein líknandi støða ikki skal endurtaka seg.

- Kommunan leggur dent á at verja persónsupplýsingar hjá borgarum, og verður arbeiðið við talgildari trygd eisini raðfest høgt framyvir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Kommunan leggur dent á at verja persónsupplýsingar hjá borgarum, og verður arbeiðið við talgildari trygd eisini raðfest høgt framyvir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-29 15:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við átaluna frá Dátueftirlitinum um álopið frá teldusnikum í september 2024, tekur Klaksvíkar kommuna niðurstøðuna hjá Dátueftirlitinum til eftirtektar.

Kommunan sær álvarsliga uppá málið og hevur síðani hendingina sett ítøkilig tiltøk í verk fyri at forða fyri, at ein líknandi støða ikki skal endurtaka seg. Hetta fevnir m.a. um styrktar mannagongdir, økt eftirlit og arbeiði við nýggjum og betri trygdarskipanum.

Klaksvíkar kommuna er í tøttum samskifti við Dátueftirlitið um at rætta upp á tey viðurskifti, sum eru ávíst, og um at seta í verk neyðugar broytingar. Arbeiðið gongur eftir ætlan, og kommunan arbeiðir miðvíst við at tryggja, at krøvini frá Dátueftirlitinum verða fylgd.

Dátueftirlitið hevur álagt kommununi at fáa ávís viðurskifti í rættlag í seinasta lagi 1. august 2026. Klaksvíkar kommuna arbeiðir við hesum máli og metir, at arbeiðið kemur á mál innan ásetta freist.

Kommunan leggur dent á at verja persónsupplýsingar hjá borgarum, og verður arbeiðið við talgildari trygd eisini raðfest høgt framyvir.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder