Uttanlands

Fyrrverandi FBI-stjóri ákærdur fyri at leggja mynd við fýra tølum á Instagram

Tað liggur ein ávarslig hóttan móti Donald Trump í tølunum “8647”

James Comey (Savnamynd: EPA)

James Comey (Savnamynd: EPA)

2026-04-29 07:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi ovastin í amerikansku sambandsløgregluni, FBI, James Comey, er ákærdur fyri at hava hótt amerikanska forsetan, Donald Trump, eftir lívinum.

Tað upplýsti amerikanski løgmálaráðharrin, Todd Blanche, á tíðindafundi í gjár.

- Tað snýr seg í fyrstu atløgu um, at hann 15. mai í fjør tilvitað og tilætlað bar fram eina hóttan um at taka lívið og skaða amerikanski forsetan.

- Í øðrum lagi at hann sama dag tilvitað og við vilja sendi eini boð tvørtur um statsmørk, sum bóru eina hóttan um at drepa forseta USA. Í báðum førum kann hetta føra til fongsulsrevsing í upp til 10 ár.

Í seinna førinum verður víst til eini boð á sosiala miðlinum Instagram.

CNN og Reuters tíðindastovan hava sæð ákæruritið og halda seg vita, at málið snýr seg um eina dagføring, sum James Comey gjørdi í mai fjør. Á myndini eru síttjast nakrar skejlar á eini strond. Skeljarnar eru lagdar soleiðis at tær vísa tølini "8647".

Talið “86” verður brúkt sum slang fyri at fáa ein persón av vegnum, skrivar New York Times. Donald Trump er forseti nummar 47.

[object Object]
"Cool shell formation," skal Comey hava skrivað um hesa myndina, sum hann legði á Instagram

Táverandi ráðkvinnan fyri innanríkistrygd, Kristi Noem, segði tá, at Secret Service var sett á málið.

Tá Comey varnaðist øsingina um myndina, strikaði hann boðini og greiddi frá, at hann ikki visti, at hesi tølini kundu skapa slíka øsing.

- Eg var ikki greiður yvir, at tað lógu nøkur boð um harðskap í hesum. Eg eri á ongan hátt fortalari fyri harðskapi, og tí strikaði eg boðini, segði Comey.

Hin vegin skal svarið frá Trump hava verið, at “eitt hvørt barn veit, hvat tað merkir”, skrivar BBC.

Comey hevur síðan ført fram, at hann er ósekur.

- Eg eri framvegis ósekur, og eg eri ikki bangin, og eg havi álit dómsvaldinum, sigur fyrrverandi FBI-stjórin í eini video-fráboðan.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at stjórnin hjá Trump leggur eftir James Comey.

Í september 2025 varð hann ákærdur fyri at hava sagt ósatt fyri kongressini um tíðindalekar.

Ein sambandsdómari vísti málinum aftur tveir mánaðir seinni við teirri grundgeving, at virkandi ákærin, sum reisti máið, varð settur av órøttum, skrivar BBC.

Trump setti James Comey frá sum FBI-stjóri undir fyrsta forsetaskeiði sínum eftir at Comey hevði skipa fyri eini kanning um russiska íblandan í amerikanska forsetavalið í 2016, tá Trump varð valdur forseta fyrstu ferð.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder