Innanlands

Nýggja útstykkingin í Syðrugøtu farin í gongd

Fyrsta flagið varð týsdagin. Talan verður um átta sethúsa grundstykkir og áleið 15 til 17 raðhús. Sostatt verður samlaða talið av bústøðum í nýggja býlinginum millum 23 og 25 bústaðir.

Borgarstjórin í kommununi setti grabban í til útstykkingina (Mynd: eysturkommuna.fo)

Borgarstjórin í kommununi setti grabban í til útstykkingina (Mynd: eysturkommuna.fo)

2026-04-29 14:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, týsdagin 28. apríl loysti Per Martin Gregersen, tað fyrsta flagið til nýggju útstykkingina í Niklasmørk í Syðrugøtu.

Borgarstjórin í kommununi setti grabban í til útstykkingina, sum fevnir um átta sethúsa grundstykkir.

Umframt hetta eru 3.700 fermetrar lagdir av til raðhús og íbúðarbyggin, skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari.

- Tað er J&K Petersen, sum stendur fyri arbeiðinum, og sum somuleiðis fer at standa fyri bæði bygging og sølu av raðhúsunum.

Her verður talan um áleið 15 til 17 raðhús, og sostatt verður samlaða talið av bústøðum í nýggja býlinginum millum 23 og 25 bústaðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder