Innanlands

Toppskorararnir á valinum í gjár

Sjúrður Skaale gjørdist toppskorari við 836 fleiri persónligum atkvøðum enn seinast

Sjúrður Skaale á valkvøldinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sjúrður Skaale á valkvøldinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-06 09:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast Edmund Joensen gjørdist fyrstvaldur á fólkatingsvalinum, so hevði hann ikki eitt eins gott persónligt val og seinast, tá hann ikki varð valdur inn á fólkating.

Edmund fekk í gjár 1.885 persónligar atkvøður. Men tað er lítið í mun til seinast, tá hann fekk 2.416 persónligar atkvøður.

Súrður Skaale gekk hinvegin nógv fram. Hann gjørdist eisini toppskorari fyri fýra árum síðani við 2.495 atkvøðum. Nú fekk hann 3.331.

Topp 10-listin yvir persónligar atkvøður hesaferð sær soleiðis út

Sjúrður Skaale (C) 3.331
Edmund Joensen (B) 1.885
Høgni Hoydal (E) 1.301
Kaj Leo Holm Johannessen (B) 1.031
Bárður á Steig Nielsen (B) 977
Magni Arge (E) 950
Uni Rasmussen (A) 827
Aksel V. Johannesen (C) 769
Jørgen Niclasen (A) 747
Christian Andreasen (A) 709

Í mun til fyri fýra árum síðani, er tað kanska Annika Olsen, sum er størsti taparin. Seinast fekk hon 1.754 persónligar atkvøður – nú 378.

Hóast Tjóðveldi fekk eitt vánaligt val í gjár, so gjørdist tað ikki í sama mun vánaligt fyri Høgna Hoydal, floksformann. Seinast fekk hann 1.477 atkvøður, nú 1.301. Magni Arge, sum hevur røkt fólkatingssessin, fekk 1.082 seinast, men 950 hesaferð. Á tjóðveldislistanum er sermerkt, at Kristina Háfoss seinast fekk sjeyndflest atkvøður av øllum við 563 persónligum atkvøðum. Í gjár fekk hon 167.

Sjálvstýri fekk eitt stak vánaligt val í gjár. Seinast fekk flokkurin 403 atkvøður tilsamans og Jógvan Skorheim 297 persónligar atkvøður. Hesaferð fór flokkurin til val upp á at gera spurningin um føroysku umboðanina á danatingi til eina fólkaatkvøðu, men fekk einans 333 atkvøður. Jógvan Skorheim var einasta valevni, men fekk bara 279 persónligar atkvøður.

Úrslitið av Fólkatingsvalinum 2019 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder