Innanlands

Tøknin avgjørdi úrslitið til síðsta riðilin í Vágum farna vikuskiftið

Riðilin var so tættur, at tað var vónleyst at síggja við berum eygum, hvat var fremri av rossunum

2018-07-04 09:29 Author image
Oda Strøm
placeholder

Ríðisamband Føroya gjørdi eina stóra íløgu í tíðtakingarútgerð undan hesum kappingarárinum, tí gamla útgerðin, ið var ogn hjá Føroya Ríðingarfelag, hevði tænt fyri seg og hevði elvt til ávísar trupulleikar seinastu árini, skrivar Føroya Ríðingarfelag á heimasíðuni.

Hvussu neyv útgerðin er, fekst sjón fyri søgn, tá riðið var kapp í Vágum leygardagin. Seinasti riðilin var so tættur, at tað tyktiskt nærum vónleyst at síggja, hvat var fremri av rossinum. Men við nýggja tólinum gekk bert ein lítil løta, so var greitt, hvør átti munin, hóast tað bert var ein hundrandapartur av einum sekundi millum múlarnar.

Umboð fyri Ríðisambandið siga, at tað vilja altíð vera ymsar barnasjúkur og byrjunartrupulleikar við einari nýggjari skipan, men at tey vænta, at hetta fer at gera tað munandi lættari og meira ómakaleyst at taka tíð framyvir.

Av tí at útgerðin er munandi neyvari enn tann gamla, skuldi tað eisini fyribyrgt, at tað verður neyðugt hjá rossunum at ríða umaftur - tey sokallaði "umryttini", sum vóru neyðug, tá tvey ross høvdu somu tíð í ymiskum riðlum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder