
Eftir umstøðunum gekk tað væl, sigur Rúni Djurhuus, fyriskipari av Voxbotn, tá hann á FM1 í dag varð spurdur um, hvussu Voxbotn, sum hesaferð var í óvandum umstøðum í Hoyvíkshaganum, hilnaðist.
Fyriskipararnir valdu nevniliga mikukvøldið at flyta festivalin úr Vágsbotni og niðan í stórhøllina við Tjarnir. Veðrið skuldi blíva so mikið ringt, at tað ikki var mett ráðiligt at savna so nógv fólk í Vágsbotni.
Man hevði sjálvandi ynskt at tað var í Vágsbotni, men veðrið var sum tað var. Og móttøkan var eisini góð og fólk vóru sum heild væl nøgd, sigur Rúni Djurhuus
Upprunaliga skráin helt og tveir pallar vórðu settir upp í høllini - ein í hvørjum enda.
Umleið sama tal av fólki, sum plagar at vera stúgvað saman í Vágsbotni, var í stóru høllini, sum tilsamans er eitt størri øki enn vanliga festivaløkið. Tískil var nakað væl betri pláss hesaferð.
Rúni Djurhuus dylir ikki fyri, at hetta við at flyta festivalin niðan við Tjarnir hevur eyka útreiðslur við sær. Umleið eina hálva millión, greiddi hann FM1 frá. Hetta fyri gjald av høllini, busskoyring og annað. Hinvegin hevði tað kostað nógv at avlýst.
Hetta gevur royndir og eisini blóð upp á tonna at skipa fyri størri tiltøkum við Tjarnir um veturin, sigur Rúni Djurhuus, ein av fyriskiparunum av Voxbotn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald