
Týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, hevur ætlanir um at vitja í Grønlandi saman við danska starvsfelaga sínum, Troels Lund Poulsen, í september.
Tað skrivar týska dpa tíðindastovan og fleiri týskir miðlar.
- Tí eg vil fegin uppliva Grønland og vísa mín samhuga, sigur Pistorius, sambært Tagesspiel.
Dpa skrivar, at hann heldur, tað vera av stórum týdning at vera sjónligur í Norðuratlantshavi og í Arktis.
Í farnu viku fór Danmark í samstarv við Týskland, Kanada og Noreg um sjótrygd í Norðuratlantshavi. Londini skulu eitt nú samstarva um venjing og innkeypi av verjuútgerð.
Um Pistorius ver á vitjan í Grønlandi saman við danska verjumálaráðharranum í september, so verður tað ikki fyrstu ferð, at Grønland fær vitjan av evropeiskum politikarum í ár.
Fyri tveimum vikum síðani vitjaði franski forsetin, Emmanuel Macron, eisini í Grønlandi.
Áhugin hjá evropeiskum topppolitikarum er uppstaðin eftir at amerikanski forsetin fleiri ferður hevur havt á máli, at hann ynskir at fáa ræði á Grønlandi, og eftir at amerikanski varaforsetin, J. D. Vance, var á stuttari vitjan í Pituffik hernaðarstøðini fyrr í ár.
Bæði Grønland og Danmark hava víst staðiliga aftur, at USA kann fáa ræði á Grønlandi, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald