
Nógvur vindur og ringasta ætt til flúgving hevur higartil í dag darvað ferðsluni.
Flogfør hjá Frost Air, Widerøe, SAS og Icelandair hava avlýst sínar ferðir, og Atlantic Airways hevur útsett fleiri av sínum ferðum.
Flogførini til Keypmannahavnar og Paris fóru avstað í morgun, men síðan hevur einki virksemi verið á Vága Floghavn.
Og tað fer at taka alt kvøldið og ein part av náttini at fáa skil á flogferðsluna aftur.
Eitt flogfar úr Keypmannahavn fyrr í dag fór til Bergen, og stendur nú til at verða í Vágum klokkan 19:30.
Flogfarið úr Paris lendir klokkan 20, og flogfarið við millum øðrum U21-garpunum, sum skuldi lenda tíðliga seinnapartin, lendir ikki fyrr enn klokkan 20:15. Flogfarið úr Edinburgh lendir kl. 23:25, úr Keflavík kl. 00:25, og flogfarið úr Billund kl. 00:40.
Kvøldarflogfarið úr Keypmannahavn lendir ikki fyrr enn klokkan 01:55.
Síðsta flogfar fer úr Vágum til Billund klokkan 02:10 í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald