
Kandidatútbúgvingin í ”audiologopædi” varð sett á stovn á Universitetinum í Keypmannahavn í 1982, og eftir at fyrstu útbúnu føroysku audiologopedarnir vórðu lidnir við útbúgvingina eru fleiri komin afturat, og nú eru 15 limir í áhugafelagnum ”Føroyskir audiologopedar”, sum júst er stovnað.
Áhugin fyri økinum og eftirspurningurin er vaksandi, og væntandi økist limatalið, nú fleiri audiologopedar eru ávegis í lesnaðinum.
Endamálið við felagnum er at menna føroysku vitanina innan samskifti, mál, talu, hoyrn og lesing, og at hava eitt fakligt forum, har til ber at deila vitan. Eisini er ein almenn facebook-síða stovnað, har kunnað verður um ymisku økini innan fakið. Síðan eitur Audiologopedi.
Ætlanin er harumframt at skipa fyri kunnandi tiltøkum.
Hvørji eru vit?
Vit eru universitetsútbúnir audiologopedar. Vit starvast innan ymisk øki og eru knýtt at ymiskum stovnum umframt privatpraktiserandi.
Við okkara útbúgving sum audiologopedar hava vit holla vitan um samskifti, mál, talu, hoyrn og lesing hjá børnum og vaksnum. Audiologopedar arbeiða við diagnostisering, ráðgeving, undirvísing, viðgerð og gransking innan hesi øki. Málbólkarnir, vit arbeiða við, eru ymiskir og fevna breitt. Við upplýsing vilja vit vera við til at varpa ljós á økið og vónandi geva ráð, sum kunnu vera menniskjum til hjálpar.
Í nevndini eru: Elin Reinert Petersen, forkvinna, Miriam Hentze Johannesen, kassameistari og Mona Nattestad Steintún, skrivari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald