Innanlands

Tingfundur aftur klokkan 11.15

Tingið samt um at víkja frá øllum tíðarfreistum

2020-08-13 10:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Øll tey trý málini, sum vórðu løgd fram á løgtingi í dag, verða skundað ígjøgnum við fráviki frá tíðarfreistini.

Ávísir trupulleikar vóru at avgreiða atkvøðugreiðsluna, um hvørt frávik kundi gevast.

Tá løgtingsformaðurin skuldi seta atkvøðugreiðsluna í gongd, virkaði elektroniska skipanin ikki. Eftir at fundurin var niðurlagdur eina løtu, varð farið undir atkvøðugreiðslu við navnakalli ístaðin.

Tað vísti seg, at øll tey 20 tingfólkini, ið vóru kallað á fund í dag atkvøddu fyri, og frávikið varð sostatt samtykt.

Fyrsta viðgerð av uppskotunum byrjar klokkan 11.15.

Talan er um hesi mál:

9/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.)

11/2020 Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til starvsfólk og stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, sum eru heimsend ella hava inntøkumiss orsakað av COVID-19

10/2020 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020-3

 

placeholder
placeholder