Mentan

Tim Christensen er komin til Føroya

Forsangarin og frontmaðurin í Dizzy Mizz Lizzy fer at spæla tvær konsertir í Føroyum hóskvøldið og fríggjakvøldið

Tim Christensen (Mynd: Hugnaløtur)

Tim Christensen (Mynd: Hugnaløtur)

2023-05-03 23:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Forsangarin og frontmaðurin í kenda danska rokkbólkinum, Dizzy Mizz Lizzy, er nú lendur í Føroyum, har hann fer at spæla tvær konsertir.

Tim Christensen hevur júst kunngjørt eina stóra konsertferð í Danmark, so hetta er tær fyrstu av nógvum konsertum hjá honum í ár. Hann fer at spæla egin løg og sjálvsagt eisini onkur Dizzy Mizz Lizzy løg, tó verður alt akustiskt og konsertirnar eru skipaðar sum sitikonsertir.

Hann hevur eina konsert í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld (hóskvøldið) kl. 20 og eina konsert í Mentanarhúsinum fríggjakvøldið (Dýra biðidag) kl. 20.

Konsertin í Norðurlandahúsinum var útseld, men har eru nú einkult setur tøk. Konsertin í Mentanarhúsinum er ikki útseld enn og atgongumerki eru tøk.

[object Object]Tim Christensen (Mynd: Hugnaløtur)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder