Í ár 2100 vera vit 63.000 fólk í Føroyum. Tað vísa nýggjar framrokningar, sum Landsbankin hevur gjørt, og sum vóru lagdar fram av Búskaparráðnum í dag.
Av teimum 63.000 fólkunum í Føroyum í 2100 verða 8.000 útlendingar og 55.000 føroyingar.
Tað er ein øking í fólkatalinum á umleið 1/7 samanborið við í dag. Útlendingar telja sambært fólkatalsframskrivingini fyri 9 prosent av fólkatalinum í 2026, og fyri 12,5 prosent í 2100, stendur at lesa í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum um fíggjarpolitiska haldførið.
Í framskrivingini eru útlendingar fólk, sum eru flutt til Føroya. Teirra eftirkomarar, sum eru føddir í Føroyum verða vístir sum føroyingar.
Framrokningin vísir eisini, at tað er bólkurin av eldri fólkum yvir 67 ár, er tann, sum veksur mest í tíðarskeiðinum fram móti ár 2100.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald