Innanlands

Føroya bestu vørumerki kosin á triðja sinni

Dómsnevndin til FBV26 er mannað við 45 fólkum úr føroyska vinnulívinum, almenna geiranum, undirvísing, mentan og krevativu vinnunum.

2026-09-17 16:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í februar 2027 skipar brandr Føroyar aftur fyri Føroya bestu vørumerkjum. Á tiltakinum verða føroysk vørumerki kosin og heiðrað, sum hava vunnið sær eitt serligt pláss í føroyska hugaheiminum og skara framúr í sínum arbeiði við branding.

Í kappingini um Føroya bestu vørumerki 2025 gjørdust vinnararnir Navia, Atlantic Airways og GroAqua. Føroya Banki varð kosin besta starvsfólkabrand og Eivør varð heiðrað fyri Føroya besta persónliga vørumerki.

45 fakfólk velja Føroya bestu vørumerki
Ein fjølbroytt og fakliga sterk dómsnevnd við 45 fólkum er nú mannað til FBV26. Í nevndini eru leiðarar, HR-leiðarar, marknaðarfólk, stjórar og aðrir serfrøðingar úr føroyska vinnulívinum, almenna geiranum, undirvísing, mentan og kreativu vinnunum.

Teirra íkast hevur avgerandi týdning fyri, at vørumerkini verða mett á ein fakligan, sakligan og væl grundaðan hátt. Dómsnevndarlimirnir skulu senda inn tilmæli um vørumerki, luttaka á einum talgildum fundi, har uppskotini verða viðgjørd og raðfest, og at enda lesa og meta um vørumerkjalýsingar frá teimum tilnevndu.

Almenningurin hevur eisini ávirkan
Startskotið til FBV26 liggur hjá almenninginum, sum hevur møguleika at skjóta upp føroysk vørumerki, sum á ein ella annan hátt skara framúr.

Talan kann vera um fyritøkur og arbeiðspláss sum hava eitt sterkt samband við kundar og starvsfólk, ganga nýggjar leiðir, veita serligt virði ella á annan hátt skara framúr.

- Vit vita, at nógv sterk vørumerki finnast kring landið. Tí vilja vit geva almenninginum fyrsta orðið og biðja føroyingar vísa okkum á tey vørumerki og arbeiðspláss, sum veruliga skara framúr, sigur Allan Dalsgarð, fyriskipari.

Øll kunnu senda inn uppskot. Endamálið við hesum fyrsta stiginum er at fáa eitt so breitt og fjølbroytt úrval av føroyskum vørumerkjum sum gjørligt, áðrenn dómsnevndin fer undir víðari viðgerðina.

Uppskot kunnu sendast inn her >

Branding sæst aftur á botnlinjuni
Endamálið við FBV26 er at varpa ljós á stóra týdningin, sum sterk vørumerki hava fyri føroyskt vinnulív og samfelag. Eitt sterkt vørumerki kann skapa álit, trúfesti. kappingarfyrimunir og betri úrslit á botnlinjuni, samstundis sum tað styrkir møguleikan hjá einum arbeiðsplássi at draga nýggj starvsfólk til sín.

Við at savna vinnulív og fakfólk um er ætlanin eisini at skapa kjak, íblástur og størri tilvitan um branding og starvsfólkabranding. Málið er at eggja fleiri føroyskum fyritøkum og leiðslum at arbeiða miðvíst og strategiskt við sínum vørumerki.

Føroya bestu vørumerki er sostatt bæði ein heiðran av teimum, sum longu skara framúr, og ein pallur fyri vitan, íblástri og menning av sterkum føroyskum vørumerkjum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder