Innanlands

Ongar ætlanir at steðga í Hetlandi eftir oyggjaleikagestum

Norrøna siglir framvið oyggjunum hvørja viku, men tað er ikki ætlanin at leggja at landi og taka hetlendska oyggjaleikahópin við til Føroya næsta summar.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-17 20:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevði uttan iva verið høgligt hjá hetlendingum, men ongar ætlanir eru hjá Norrønu um at steðga á í Hetlandi næsta summar at fara eftir hópinum, sum skal til oyggjaleikir í Føroyum 3. til 9. juli.

Hetta skrivar Shetland News í dag. Miðilin hevur spurt seg fyri hjá Smyril Line, um nakar møguleiki er fyri, at Norrøna kann leggja at í Hetlandi undan leikunum.

Norrøna siglir framvið Hetland á rutusiglingini millum Føroyar og Danmark, men síðan 2007 hevur ikki verið lagt at landi har.

Í løtuni hevur Smyril Line ongar ætlanir um at gera broytingar í siglingini hjá Norrønu fyri oyggjaleikir í 2027.

Shetland News skrivar, at hetlendski hópurin tískil ferðast luftvegis. Atlantsflog flýgur regluliga til og úr Edinburgh.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder