Innanlands

Fyrrverandi landsapotekarin verður rættarsøktur

Ákæruvaldið hevur nú sent Føroya rætti málið um landsapotekaran.

(Mynd: apotek.fo)

(Mynd: apotek.fo)

2026-09-17 11:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ákæruvaldið hevur nú stevnt Hjalta Gunnarstein, fyrrverandi landsapotekara fyri rættin.

Kringvarpið veit í dag at siga, at ákæruvaldið hevur sent málið til Føroya rætt. Men innlit fæst ikki í ákæruritið fyrr enn um eina viku, skrivar kvf.fo.

Tað var landslæknin, sum eftir eitt eftirlit bað Styrelsen for Patientsikkerhed meta málið.

Og Styrelsen valdi at melda málið til løgregluna.

Við hesum kundi landsapotekarin rokna við at vera burturvístur, men Hjalti Gunnarstein valdi sjálvur at siga seg úr starvi, vísir innlit, sum KvF hevur fingið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder