placeholder
Innanlands

Tekur nakrar tímar enn áðrenn eldurin er sløktur

Vegurin til Eiðis er stongdur í løtuni – koyrast má um Eiðisskarð til og úr Eiði

(Mynd: Norðlýsið)

(Mynd: Norðlýsið)

2022-08-09 20:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ein rættiliga stórur eldur við Ljósá í løtuni.

Tað var um 17.30-tíðina í kvøld, at boðað varð frá eldi í sandblásingarvirkinum hjá KJ Hydraulikk við Ljósá.

Nú um 20 tíðina metti vaktleiðarin hjá løgregluni, at umleið ein triðingur av bygninginum er útbrendur. Men eldurin er enn ógvusligur, og tað kann taka fleiri tímar áðrenn eldurin er sløktur.

Øll ferðsla til og úr Eiði er støðgað, og verður beind um Eiðisskarð í løtuni.

Eitt vandaøki er norðan fyri virkisbygningin, og løgreglan hevur sperrað eitt størri øki av, og hevur syrgt fyri, at ongi fólk eru í húsum og úthúsum í hesum økinum.

Kemisk evni eru í norðara enda av bygninginum, og tí kann tað gerast vandamikið, um roykurin gerst eitrandi.

Sløkkiliðið á Eiði var skjótt á staðnum og fór undir eldsløkkingina. Tey hava eisini fingið hjálp frá sløkkiliðnum hjá Sunda kommunu og Kollafjarðar sløkkiliði.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder