Hvat hendir, tá ein løgreglumaður fer frá at jagstra brotsfólk til sjálvur at fara um markið?
Leygarkvøldið 7. november verður ein serstakur fyrilestur um hetta evnið á KG Hotel í Klaksvík.
René Dahl Andersen arbeiddi í meira enn 15 ár sum løgreglumaður á Vesterbro, millum annað í narkotikadeildini og í loyniligum arbeiði millum brotsfólk. Hann kennir tí ein heim, sum tey flestu bert síggja uttanífrá.
Í “HÆRDET – Á markinum millum lóg og lógarbrot” greiðir hann opið frá einum lívi á eggini, um at røkka toppinum og síðani sjálvur at missa fótafestið.
Frásøgnin er ikki bara spennandi. Hon reisir eisini spurningar, sum eru viðkomandi hjá okkum í Føroyum: Hvussu fyribyrgja vit kriminaliteti? Hvat ger arbeiði í einum hørðum umhvørvi við menniskju? Hvar gongur markið millum vald, ábyrgd og persónligar avgerðir? Og hvat kunnu vit sum lítið samfelag læra av royndunum hjá øðrum?
Atgongumerki til fyrilesturin fáast á atgongumerki.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald