Mentan

Syngið við Danny og Inga á Tórsfest

Tórsfest avdúkar í dag, at væl umtóktu poppdreingirnir framføra á konsertdegnum á Vaglinum 20. juli

Danny Baldursson (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Danny Baldursson (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-30 17:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Danny Baldursson og Ingi Poulsen fara í summar at framføra til tórsfest, sum verður 20. juli á Vaglinum í Havn.

Danny er oddamaður í vælumtókta bólkinum Danny and the Veetos. Ingi er sjálvstøðugur poppprinsur, sum ikki kann lata vera við at framleiða landaplágur.

[object Object]Ingi Poulsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Set teir saman, so fært tú ís og sjokulátu samstundis - og tað er himmalskt. Tí skulu áhoyrarar minnast til at hvíla ræddarvøddarnar áðrenn Tórsfest, tí røddin fær yvirtíð leygarkvøld 20. juli, siga fyriskipararnir í tíðindaskrivi.

Frammanundan er longu greitt at Suspekt, Halberg & Friends, Dee Snider, Saint Kodiak og Hjalmer Larsen fara at framføra á Okkara Tórsfest 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder