Svenska Centerpartiet ynskir at fara undir víðari stjórnarsamráðingar við Sosialdemokraterna, sigur forkvinnan í flokkinum Elisabeth Thand Ringqvist.
Fríggjadagin løgdu Sosialdemokraterna og Moderaterna fram hvør sítt stjórnaruppskot, og útfrá tí hevur Centerpartiet tikið avgerð um flokkurin ynskti at samstarva við Magdalenu Andersson, forkvinna hjá Sosialdemokraterna ella Ulf Kristersson, formaður í Moderaterna.
Tað eru 64 dagar síðan tjóðartingsvalið í Svøríki, og bæði Magdalena Andersson, Ulf Kristersson og Ringqvist hava havt møguleikan sum samráðingarleiðarar.
Hóast Centerpartiet nú hevur valt Sosialdemokraterna eru framvegis forðingar, sum mugu loysast.
M.a. hevur Vänsterpartiet kravt at vera partur av stjórnini, men Centerpartiet vil hava Vänsterpartiet at droppa hesum kravinum.
Fríggjadagin segði Magdalena Andersson, at flokkur hennara nærkaðist einari minnilutastjórn við Miljöpartiet og Centerpartiet. Hon undirstrikaði, at stjórnin skuldi skipast í tøttum samstarvi við Vänsterpartiet, men at flokkurin ikki skuldu vera partur av stjórnini.
Andersson fegnast um avgerðina hjá Centerpartiet.
– Eg síggi fram til fleiri uppbyggjandi samrøður við Vänsterpartiet, Centerpartiet og Miljöpartiet, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald