Innanlands

Svimjihøllin klár til summarið

Arbeitt verður allatíð við at betra um svimjihøllina

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-07-09 19:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í Svimjihøllini í Klaksvík verður støðugt arbeitt við at veita eina so góða og trygga tænastu sum gjørligt. Átøk á hesi leiðini eru nú komin á mál, nú nýggj armbond og lásaskipan verða tikin í nýtslu, samstundis sum nýggj tilboð verða ment.

Seinastu tíðina hevur arbeitt verið við lásaskipanini í svimjihøllini, so atgongd til bæði svimjihøll og vælveruøki kunnu gerast við sama lyklaarmbandi. Henda skipanin er nú komin upp á pláss.

Fyrimunurin við nýggju skipanin er, at tað nú altíð er skrásett, hvussu nógv fólk eru inni í høllini, skrivar Klaksvíkar kommuna.

- Hetta er ein loysn vit væntandi vera sera glað fyri. Fyri at skipanin skal virka til fulnar er avgerandi, at øll vitjandi nýta armbondini og portrið inn til økið, sigur Torkil Mørkøre, leiðari í svimjihøllini, sum saman við ráðgevum hevur staðið fyri at seta skipanina í verk.

Klippikortið liggur í svimjihøllini

Klippikortini, sum fólk hava í dag, verða so hvørt tey ganga út, skift út við ein vanga inni í skipanini hjá svimjihøllini, har hvør brúkari verður skrásettur. Hetta skal bara gerast fyrstu ferð. Neyðugt verður sostatt ikki at minnast til klippikortið.

- Vit stremba eftir, at ein vitjan í svimjihøllini skal verða so ómakaleys sum til ber, og vit vóna at brúkararnir taka væl ímóti hesum, sigur Torkil Mørkøre.

Vælverudepilin bjóðar eitt nýtt tilboð til kvinnur

Síðan vælverudepilin lat upp í desember í fjør, hevur undirtøkan verið sera góð. Sum nakað nýtt verður nú farið undir eina royndarskipan, har skipað verður fyri vælverukvøldum fyri kvinnur.

Signhild V. Johannensen, forkvinna í Mentanarnevndini sigur, at tað hevur stóran týdning, at tilboðini í býnum støðugt mennast, og vónandi kann hetta nýggja tilboðið vera við til at fáa enn fleiri brúkarar til vælverudepilin.

Vælverukvøld fyri kvinnur er mikukvøld.

Svimjihøllin í summarfrítíðini

Frá 5. juli til 14. august hevur Svimjihøllin opið allan dagin. Sostatt er Svimjihøllin til reiðar at taka ímóti vitjandi úr øllum landinum, nú summarið er komið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder