2026-10-01 17:50
Fjórða virðislønin, sum verður handað í navni M. A. Jacobsens, er virðislønin fyri „annað mentanaravrik”.
Og hesin heiður var í dag latin Suna Merkistein. Hann fær virðislønina fyri tað góða arbeiðið hann hevur gjørt í Kringvarpinum. Serliga fyri framúr dokumentarsendingar, men eisini fyri sínar ítróttafrásøgnir. Hetta er virðismikil dokumentarisma, varð millum annað sagt í grundgevingini.
(Skíggjamynd: KvF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald