Innanlands

Stórur fólkavøkstur í juli, men nakað fer burturavaftur í august

Einir tríggir fjórðingar fara burturavaftur í fráflytimánaðinum august

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-09-12 09:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Serliga stórur vøkstur var í fólkatalinum í Føroyum í juli vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya,, men nógv fer burturav aftur.

Fólkatalið var 51.258 tann 1. august. Tað vaks við 849 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðar skeiðinum 1. august 2017 – 1. august 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 246 og nettotilflyting á 603. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 31 minni, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er 165 størri.

Serliga stórur vøkstur var í juli við yvir 200 fólkum, men einir tríggir fjórðingar fara burturavaftur í fráflytimánaðinum august.

Nettotilflytingin er methøg

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.153, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.

Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 600 fólk minni og tilflytingin eini 400 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á 424 í 2011/12 vend til eina positiva nettoflyting upp á 603 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2017/18.

Burðaravlopið er minkað 

Samanborið við undanfarnað 12-mánaðskeiðið minkaði burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) við 31, úr 277 niður í 246 hetta 12-mánaðskeiðið. Orsøkin er, at samstundis sum føðitalið vaks við 8, vaks talið av deyðum við 39.

Fólkavøksturin heldur fram við somu ferð

Seinastu fýra árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin var um 1,5% í ársvøkstri fram til síðsta heyst, tá hon linkaði nakað til 1,3 - 1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men so var ikki. Tí móti vári og nú í summar er vøksturin komin uppaftur og meir enn tað, so hann nú er um 1,7%.

Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting – og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini venda aftur við næstu uppgerðir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder