Innanlands

Stórur føðingardagur hjá sambandsmonnum

Edmund Joensen fyllir 75 og Johan Dahl 60

(Savnsmynd: wikipedia.org)

(Savnsmynd: wikipedia.org)

2019-09-19 07:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir av markantu politikarunum hjá Sambandsflokkinum hava føðingardag sama dag. Júst 15 ár eru ímillum júst afturvalda løgtingsmannin Johan Dahl og júst afturvalda fólkatingsmannin Edmund Joensen.

Teir fylla í dag, og tað er runt: Johan Dahl fyllir 60 og Edmund Joensen 75.

Edmund Joensen hevur verið virkin í føroyskum politikki síðan 1980’ini. Hann sat sum formaður fyri Sambandsflokkin frá 1990 til 2001. Hann var løgmaður skeiðið 1994 til 1998 og løgtingsformaður 2002 til 2008.

Edmund Joensen sat fyrstu ferð á Fólkatingi frá 1994 til 1998. Hann tók sæti á fólkatingi aftur í 2007 og sat til 2015, tá hann misti sessin, sum hann so vann aftur á valinum, sum var 5. juni í ár.

Johan Dahl sat sum løgtingslimur í árunum 2002 til 2015. Í 2004 var hann eitt stutt skifti fiskimálaráðharri. Hann sat sum vinnumálaráðharri frá 2008 til 2015, men valdi at taka seg úr politikki og stillaði ikki upp aftur til valið í 2015. Í ár vendi hann aftur til politikk og varð afturvaldur á løgtingsvalinum 31. august.

Meðan Johan Dahl hevur verið frá politikkinum, hevur hann tikist við handilsskap, og er eitt nú atknýttur stóru kinesiska telefyritøkuni Huawai. Longu á fyrsta løgtingsfundinum bað Johan Dahl um farloyvi, og nú hann fyllir seksti er Johan Dahl staddur í kinesiska stórbýnum Shanghai.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder