placeholder
Innanlands

Skúlabyggingin liðug síðst í januar – flyta inn mánaðarskiftið mars/apríl

Nýggi samanbygdi skúlin á Skúlatrøð verður liðugt bygdur seinast í januar, og so byrja fyrireikingarnar at flyta næmingar, lærarar og onnur starvsfólk inn í nútímans umstøðurnar, har undirvísing byrjar mánaðarskiftið mars/apríl 2020

2019-11-14 21:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóast seinkingar hava verið í byggitilgongdini, so kunnu vit í dag gleðiliga staðfesta, at byggingin á Skúlatrøð, sum er størsta einstaka byggiverkætlan nakrantíð hjá Klaksvíkar kommunu, sum heild hevur gingið væl, og nú byrjar endaliga úrslitið veruliga at taka skap.

Fíggjarstýringin hevur eisini gingið væl, og nú vit nærkast endanum av hesi drúgvu tilgongd, eru útlit til, at henda skúlabygging kostnaðarliga í fer at halda seg innan fyri tann játtaða karmin, sum fyri hetta fyrsta byggistigið, er kostnaðarmett til ca. 110 mió. kr. v/ kommunu mvg.

Hetta er at fegnast um, eisini havandi í huga, at henda bygging ikki einans er nýbygging, men eisini ein samanbygging av tveimum frammanundan sjálvstøðugum skúlum (trimum bygningum), har fyrrverandi Skúlin við Ósánna, sum stóð liðugt bygdur í 2011, nú verður bundin saman við fyrrverandi Skúlan á Ziskatrøð, sum fevnir um eldri bygningar, og tí er lutvíst niðurtikin, meðan teir nýggjast dagførdu partarnir verða varðveittir.

Byggingin fevnir um samanlagt 4600 fermetrar, sum samanlagt kostar umleið 110 mió. kr., íroknað innbúgv og kommunu MVG. Hetta gevur ein fermetrakostnað á umleið 22.500 kr. uttan mvg, sum er sera bíligt, samanborið við aðrar byggingar í landinum, so sigast má, at væl er komið burturúr, og nógv er fingið fyri skattapening borgarans.

Írestandi byggiarbeiðið og liðugtgerðin av hølunum er nú í gongd og verður liðugt síðst í januar, og eftir hetta byrjar arbeiðið at innrætta og gera bygningin skúlakláran við nýggjum innbúgvi og amboðum v.m. Samstundis verður arbeiðið við útiøkjum framt, soleiðis at bæði inni- og útiøkini á Skúlatrøð verða klár at taka ímóti næmingum og starvsfólkum mánaðarskiftið mars/apríl 2020.

Tá hevur henda skúlabygging vart í uml 3¾ ár, har undirvísingin hevur verið spjadd í ymsum bygningum. Her hava allir partar av skúlanum víst ein framúr góðan vilja og forstáilsi, soleiðis at rakstur skúlans og dagligdagurin hevur fungerað væl, hóast truplu hølisumstøðurnar.

Fyri hetta eiga bæði næmingar, lærarar, starvsfólk annars, skúlaleiðsla og skúlastýri eina hjartans tøkk, samstundis sum vit gleða okkum til, at undirvísing skúlans kann verða savnað undir einum taki á Skúlatrøð.

- Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder