2019-08-15 18:27
            
        
        
                
            Eiðis Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at í komandi viku verður skeið í byrjunar-íverksetan í mentanarhøll skúlans. 
Hetta er serliga ætlað fólkum, ið eru áhugaði í ferðavinnu og vilja koma í gongd við vieksemi innan tað.
Sigrun Jónsveinsdóttir, leiðari í Íverksetarahúsinum, er undirvísari, og hon fer at hava ein fyrilestur og geva innlit í nøkur amboð og viðurskifti, ið eru umráðandi viðvíkjandi íverksetan og ferðavinnu.
Skeiðið verður mikukvøldið 21. august frá klokkan 19 til klokkan 22.
                
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald