Innanlands

Skaale: Hvussu ólukkan kann ovasti politiski leiðarin siga sovorðið vrøvl

- Ein, sum tosar soleiðis, hevur sjáldan síni egnu argument í lagi, sigur fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale sum leggur eftir løgmanni

Sjúrður Skaale (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sjúrður Skaale (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-30 13:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit skulu ikki seta teimum, sum koma til Føroya, lógarkrøv, segði løgmaður enn einaferð á tíðindafundinum í dag. Álit er akkerið, helt hann. Tað er tað, vit byggja á. Tí um vit seta teimum, sum koma til landið, lógarkrøv, so gera vit Føroyar til ein politistat.

- Hann hevur sagt tað sama fyrr. Hvussu ólukkan kann okkara ovasti politiski leiðari siga sovorðið vrøvl í kringvarpinum? Ikki bara eina ferð, men fleiri ferðir, spyr Sjúrður Skaale í lesarabrævi á lesarin.fo eftir tíðindafundin hjá løgmanni fyrrapartin.

Sjúrður Skaale vísir á, at tað væl ber til at gera broytingar uttan at tað skal blíva ein politistatur.

- Tað er snøgt sagt ikki rætt, at vit byggja samfelagið á álit. Vit byggja á lógir. Vit mæla ikki bara til, at fólk ikki skulu koyra meira enn 80 kilometur um tíman. Vit áleggja teimum tað við lóg. Hví? Tí at koyra skjótari kann seta onnur í vanda. Vit áleggja enntá fólki at sita í trygdarbelti, hóast tað bara snýr seg um teirra egnu trygd. Vit áleggja fólki alt møguligt við lóg. Tað er við lóg, at vit byggja land. Álitið kemur afturat.

- Hesar lógir gera ikki Føroyar til ein politistat. Tvørturímóti. Tær vísa, at Føroyar eru eitt rættarsamfelag.

- Nógv fólk vilja við lóg hava hert eftirlit við ferðafólki, soleiðis at samfelagið kann latast meira upp á tryggari gund. Tað er sera ósakligt av løgmanni at kasta hesum fólkum fyri, at tað er ein politistat, tey vilja hava, sigur Sjúrður Skaale.

- Ein, sum tosar soleiðis, hevur sjáldan síni egnu argument í lagi. Og tað var eisini tann fatan, mann fekk av tíðindafundinum í dag, skrivar fólkatingslimurin.

Alt lesarabrævið kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder