Sáttmálasemja við arbeiðarafeløgini

Partarnir undirskrivaðu nýggjan tvey ára sáttmála fyri løtu síðani

2022-05-25 16:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Semja er í dag funnin um nýggjan tvey ára sáttmála millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Føroya Arbeiðarafelag skrivar á netinum, at partarnir í samráðingunum í dag hava góðtikið semingsuppskotið, sum gevur arbeiðarafeløgunum eina grundlønarhækking á 9,66 krónur yvir tvey ár umframt at viðbøturnar fyri starvsaldur hækka.

Viðbótin fyri hægsta starvsaldur verður nú 8 prosent eftir 11 árum, og hinar viðbøturnar hækka eisini umframt at tíðarskeiðið nær tær verða latnar verður styttri.

- Sum heild eru vit nøgd við lønarhækkingina. Hækkaðu starvsaldursviðbøturnar gera, at vit klára at halda stand í mun til prísvøksturin, skrivar arbeiðarafelagið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder