Innanlands

Sambýli til fólk við menningartarni á Mýrini í Hoyvík verður bygt

Hetta varð einmælt samtykt í landstýrinum í dag. Tilboðini uppá jørðarbeiðið koma inn fríggjadagin, og klárt verður at fara undir tað beinanvegin.

Talan var um uppskot hjá landstýriskvinnuni Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)

Talan var um uppskot hjá landstýriskvinnuni Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-26 16:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Løgtingið hevur í dag við 3. viðgerð einmælt samtykt lógaruppskotið hjá landstýriskvinnuni Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir um at byggja sambýlið til fólk við menningartarni, ið verður bygt á Mýrini í Hoyvík. Tilboðini uppá jørðarbeiðið koma inn fríggjadagin, og klárt verður at fara undir jørðarbeiði beinanvegin.

Arbeitt verður samstundis við at gera høvuðsprosjektið liðugt. Arbeiðið at byggja nýggja sambýlið verður boðið út í mars, og lisitatiónin verður í apríl. Farið verður undir at byggja í juni, og klárt verður at flyta inn umleið september/oktober í næsta ár.

Almannamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder