Innanlands

Ritan aftur á gomlum leiðum

Verður sett aftur í siglingina til Fugloyar og Svínoyar í morgin

(Mynd: Evy Toftegaard)

(Mynd: Evy Toftegaard)

2021-02-17 13:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

50 ára gamla strandfaraskipið Ritan er nú klárt at fara í sigling aftur.

Um middagsleitið í dag var Ritan ein royndartúr “á gomlum gøtum”. Hon fór ein túr út eftir somu leið, sum hon røkti í nógv ár, nevniliga til Nólsoyar, har hon legði at á pierinum, eins og hon plagdi.

Ritan hevur verið til á beding hjá Mest til vanligt eftirlit, og er í dag handað Strandferðsluni aftur. Men hildið verður tað ikki vera ráðiligt at føra lítla strandfaraskipið um Mjóvanes og aðrar vandaleiðir, sum veðrið er í dag.

- Ritan er nú klár at seta í sigling aftur. Men av tí at tað er rættiliga fitt av aldu í dag, so bíða vit við at sigla hana norður til Hvannasunds til í morginárið.

- So tá farið verður út til Fugloyar og Svínoyar seinnapartstúrin í morgin, verður tað við Riguni, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins. 

Evy Toftegaard tók myndirnar av Rituni úti í Nólsoy í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder