Ráðstevna um kolonialitet og list í Norðurlandahúsinum 3. mars

Stigtakararnir hava valt at nýta Føroyar sum útgangsstøði fyri at rudda slóð fyri nýggjum sambondum og samrøðum um, hvussu kolonialitetur ger seg galdandi frá ymiskum sjónarhornum

Fólk frá granskingarverkætlanini

Fólk frá granskingarverkætlanini "The Art of Nordic Colonialism" skipa fyri ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum um kolonialitet og list í einum tvørmentanarligum samanhangi. Á ráðstevnuni luttaka myndlistafólk, filmsfólk, rithøvundar, kuratorar og granskarar, ið fara at hava framløgur um sítt arbeiði og taka lut í samrøðum um listaligt virksemi, at arbeiða við landslagi, film sum miðil og listaframsýningar

2023-02-10 18:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hussu gera vit av, hvar Føroyar skulu vera í søguliga kjakinum um kolonialismu, og hvussu skilja vit ávirkanina av kolonialiteti í nútíðarhøpi?

Tann 3. marts skipa fólk frá granskingarverkætlanini "The Art of Nordic Colonialism" fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um kolonialitet og list í einum tvørmentanarligum samanhangi. 

Á ráðstevnuni luttaka myndlistafólk, filmsfólk, rithøvundar, kuratorar og granskarar, ið fara at hava framløgur um sítt arbeiði og taka lut í samrøðum um listaligt virksemi, at arbeiða við landslagi, film sum miðil og listaframsýningar. 

Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á átrokandi evni, ið knýta seg at teimum samanflættaðu sambondunum í norðurlendskari kolonialismu og teirra áhaldandi ávirkan á samfeløg og millumtjóðasambond í dag.

Stigtakararnir hava valt at nýta Føroyar sum útgangsstøði fyri at rudda slóð fyri nýggjum sambondum og samrøðum um, hvussu kolonialitetur ger seg galdandi frá ymiskum føroyskum, grønlendskum og øðrum norðurlendskum sjónarhornum. 

Luttakararnir eru Nivi Christensen, Kalpana Vijayavarathan, Bart Pushaw, Malan Marnersdóttir, Nina Cramer, Kim Simonsen, Aka Hansen, Laila Mote, Beinir Bergsson, Vár Eydnudóttir, Anna Vestergaard Jørgensen, Kinna Poulsen, Isabelle Gapp og Jóhan Martin Christiansen.

Tiltakið, sum byrjar klokkan 10, fríggjadagin 3. mars er ókeypis og fer fram á enskum. Endaliga skráin verður kunngjørd seinni.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder