Uttanlands

Pávin greitt atkvøðu á miðskeiðisvalinum í USA

Leo pávi hevur brævatkvøtt á miðskeiðisvalinum í USA, sum hann hevur rætt til sum amerikanskur ríkisborgari, upplýsir Vatikanið.

(Mynd: Tiziana Fabi/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Tiziana Fabi/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-31 15:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leo pávi hevur brævatkvøtt á amerikanska miðskeiðisvalinum, sum verður í USA týsdagin í komandi viku. Tá skulu umboð veljast til amerikonsku Kongressina.

Pávin hevur brævatkvøtt í Chicago, sum hann sum amerikanskur ríkisborgari hevur rætt til, undirstrikar Vatikanið sambært Ritzau.

71 ára gamli Leo pávi varð føddur sum Robert Francis Prevost í Chicago í USA, og er hann fyrsti norðuramerikanski pávin.

Pávin hevur eisini búð og verið biskupur í Peru, har hann eisini hevur ríkisborgaraskap, og har hann, sambært Vatikaninum, eisini nýtti høvi at brúka sín borgarliga rætt at fara á val.

Sambært AFP er hetta fyrstu ferð, sum almenningurin veit um, at ein pávi hevur greitt atkvøðu á einum politiskum vali.

Vatikanið upplýsir ikki, hvar Leo pávi hevur sett krossin, men Leo pávi og amerikanski forsetin, Donald Trump hava áður funnist at hvørjumøðrum, m.a. í sambandi við kríggið hjá USA móti Iran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder