Mentan

OY í dós útselt

Nýggjasta føroyska ølið fæst einans úr kagga á skeinkistøðum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-05-25 16:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað hevur gingið so væl hjá okkum, at succes’in er vorðin ein trupulleiki. Trupulleikin er, at vit klára ikki at levera til øll tey, sum vilja hava fatur á okkara bryggi.

Soleiðis sigur Petur Petesen, stjóri á bryggjarínum OY, nú tað frættist, at OY í dósum ikki eru til at uppdríva í rúsum og handlum í landinum. Heldur ikki í egnu útsøluni hjá bryggjarínum á Hálsi í Havn.

- Tað er rætt, at tað ikki eru fleiri dósir eftir, og vit hava ikki havt møguleika at tappa samsvarandi eftirspurninginum. Men vit bryggja við fullari styrki, og tað tekur nakrar dagar til ølið er liðugt lagrað. Í løtuni hava vit úr at gera bara við at halda tørn, so at kranarnir á skeinkistøðunum ikki gerast tómir fyri øli frá OY, sigur Petur Petersen, eisini róptur Petur Øl.

Hann sigur, at tey royna at halda avtalurnar um levering av kaggum, sum gjørdar eru við skeinkistøðini. So tað verður neyvan fyrr enn í næstu viku, at støða verður tikin til, nær farast kann undir at tappa bryggið í dós aftur.

So enn ber til at fáa fatur á einari Oynari Oy, men ikki í dós.

- Vit hava eisini nóg mikið av øli í kranunum hjá okkum her á bryggjarínum, leggur Petur afturat.

Eftir stóra upplatingartiltakið fríggjadagin og langt út á kvøldi, byrjaði matstovan og barrin hjá OY virki sítt í á bryggjarínum, og kundastreymurin hevur verið støðugur. Tað vísir seg, at staðið er ógvuliga vælumtókt hjá teimum nógvu, sum hava sín arbeiðsdag á Hálsi at koma til døgurða um dagin – eisini hóast ongin øl verður keypt afturvið. 

[object Object]
Petur "Øl" Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder