placeholder
Innanlands

Onnur eiga sleppa at framleiða – men Sev má hava skipanarábyrgdina

Við veitingarábyrgd liggur eisini at netið liggur undir Sev, heldur danskur serfrøðingur

Jørgen S. Christensen frá Dansk Energi leggur fram (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jørgen S. Christensen frá Dansk Energi leggur fram (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-04 14:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Oyggjasamfeløg, hvørs ravmagnsnet liggur einsamalt og ikki er bundið í onnur net við undirsjóvarkaðali, eiga í útgangsstøði ikki lut í stóru liberaliseringini, sum er farin fram á ravmagnsmarknaðinum ílondunum uttan um okkum.

Tí ljóðaði stutta svarið nei, tá Dansk Energi var biðið um at koma við eini meting av um møguleikarnar at skilja sjálvt elnetið frá Sev.

- Vit vildu fegin geva okkara íkast til kjakið um orkuframleiðslu og net, og tá ongin annar tók stig til at gera eina kanning, settu vit okkum í samband við Dansk Energi um at koma við teirra meting. Vit vildu helst havt, at tað var onkur annar, ið spurdi, men so varð ikki, segði John Zachariassen, nevndarformaður fyri Sev, tá hann í dag bjóðaði til framløgu har úrslitið hjá Dansk Energi varð lagt fram.

Avmarkaður marknaður

Jørgen S. Christensen, stjóri í Dansk Energi stóð fyri framløguni.

Niðurstøðan hjá honum er, at av tí at Føroyar er ein so avmarkaður marknaður, so er tað klókast at halda fram eftir – stórt sæð – sama leisti, sum skipanin sær út í dag.

- Vit mæla til eina skipan, vit kalla hvíla-í-sær-sjálvum-skipan har tað er non-profitfelagsskapurin Sev, sum stendur fyri netinum og eisini er tann, sum hevur ábyrgdina av, at skipanin virkar sum hon skal – hevur systemábyrgdina.

- Tað økið, sum kann liberaliserast er sjálv framleiðslan, og har meti eg, at tá tað snýr seg um vind-, aldu- og sólorku, so er tað skilagott at lata tað fara út í fríða kapping, og so lata tann, sum kann gera tað bíligast, taka sær av uppgávuni.

Spurdur um tað ikki bara blívur eitt eiti, tí Sev sum non-profit felagsskapur hevur allar fyrimunirnar, tá slíkt fer í útboð, sigur Jørgen S. Christensen, at tað veldst um hvat man vil politiskt.

- Um málið er at fáa framleiðsluna so bíliga sum gjørligt, so er tað einki galið í at Sev fær uppgávuna, um Sev kann gera tað bíligast. Men um tað er eitt politiskt ynski at fáa privatan kapital inn í framleiðsluna, so eigur politiska skipanin at skipa so fyri, at hetta letur seg gera. Men tað eigur framhaldandi at vera í kapping – skilt á tann hátt, at tað má vera ein kapping millum fleiri um at fáa konsessiónirnar. Um tað bara er eitt felag, sum bjóðar ímóti Sev, so er ongin meining í at Sev ikki fær uppgávuna, tí so órógvast sjálvt kappingarelementið.

Bíða eftir kappingarneytunum
Hákun Djurhuus, stjóri í Sev, segði í sambandi við framløguna, at Sev nú stendur og bíðar eftir onkrum initiativi frá teimum, sum vilja sleppa inn á marknaðin, og tá hugsar hann serliga um oljufeløgini, sum missa marknað, nú fleiri húsarhald fáa elriknar hitapumpur og bilarnir eisini í størri mun verða riknir við ravmagni.

- Frágreiðingin hjá Dansk Energi leggur dent á, at Sev skal halda seg frá at fara í kapping um tað at fáa brúkaran til at leggja um til grønari orku – tildømis at selja hitapumpur. Men vit sakna, at oljufeløguni, sum hava víst áhuga fyri marknaðinum, ikki koma í gongd við at bjóða heildarloysnig til húsarhald í sambandi við hitapumpur, eins og tey í dag gera við oljufýringar.

- Tað er einki í el-veitingarlógini, sum forðar teimum at taka sær av at selja elektrisitetið eisini. Tað er bara ein spurningur um at fáa sett málara 2 upp, so kunnu vit saktans senda rokningina til tey feløgini, sum eru sinnað at bjóða brúkaranum eina heildarloysn, sum eisini inniber sølu av elorkuni, sigur Hákun Djurhuus. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder