Mentan

Vit hava fingið smakk fyri avroðum – bókin útseld eftir 13 dagar

Bókin “Tað sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð” er útseld

2025-10-23 11:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

1. oktober lat Kvinna nýggja føroyska bók úr hondum í samstarvi við IRF. Bókin, "Tað sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð", lyftir avroðini – gloymda tilfeingið úr seyði – upp á ein piedestal við flottum myndum, nýggjum spennandi uppskriftum, samrøðum, greinum og einum gjøgnumgangandi, visuellum reyðum tráði. 

Útgávan tykist hava rakt eitt forvitni og eitt vaksandi ynski hjá føroyingum um at endurskapa sambandið við egið tilfeingi, tí eftir 13 dagar varð bókin longu útseld. Harumframt hevur bókin elvt til, at avroð nú eru vorðin ein natúrligur partur av almenna kjakinum, sum øll hava eina meining um. 

– Vit ynsktu at geva føroyskum avroðum virði aftur – bæði í orðum, myndum og smakki. Undirtøkan vísir, at føroyingar eru til reiðar at taka okkara egna tilfeingi inn í køkin aftur, siga kvinnurnar handan Kvinnu, Tóra Effersøe Mortensen og Annika Kunoy Im.  

Eitt av týdningarmestu stigunum í verkætlanini var at gera avroðini vøkur, sjónlig og viðkomandi aftur. Kvinna hevur lagt dent á sjónligheit, greitt snið og tíðarhóskandi marknaðarføring. Bókin prógvar, at hugburður kann broytast, tá søga, smakkur, myndir og frásøgn spæla saman. Tí, vit smakka jú eisini við eygunum, og estetikkur kann lyfta eitt evni úr skugganum – og inn á borðið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder