2025-10-24 07:45
Fólk, sum fara frá húsum til arbeiðis við bili í morgun, eiga kanska at ganga ein eyka túr rundan um bilin, áðrenn farið verður avstað.
Tí tað eru fleiri bilar, sum standa uttan nummarplátur í morgun.
Vaktleiðarin hjá løgregluni sigur í morgun, at løgreglan í nátt hevur verið úti og tikið ikki færri enn 47 sett av nummarplátum. Talan er um bilar, sum standa í eftirstøðu fyri at rinda vegskatt og onnur neyðug avgjøld.
Allar 47 nummarpláturnar, sum vórðu kliptar av í nátt, vóru av bilum heimahoyrandi í Havn, upplýsir vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald