
Løgreglan biður um hjálp at finna ein eldri dementan mann, sum hevur verið burtur í alla nátt.
Talan er um eitt av búfólkunum á eldraheiminum Sjóvarlon á Strondum.
Maðurin fór frá Sjóvarlon klokkan 23.25 í gjárkvøldið, og er ikki komin aftur. Hann var seinast sæddur gangandi suður eftir Dávagerði á Strondum.
Maðurin er 72 ára gamal, dementur, umleið 175 sentimetrar høgur við ljósum, gráum hári.
Hann var í reyðari bundnari troyggju, bláum kovboybrókum og myrkum kondiskóm.
Løgreglan hevur saman við sløkkiliðnum á Skálafjørðinum leitað í alla nátt, og heitir nú á borgarar um at boða teimum frá á telefon 114 ella 311448, um tey hava sæð nakað til mannin í nátt.
Serliga verður heitt á fólk á Strondum, um at kanna kjallarar, hjallar og úthús áðrenn tey fara frá húsum í dag fyri at vita um maðurin kann hava leitað sær inn har.
(Mynd: Google)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald