Noreg skal fyrihalda seg til, at Russland heldur fram við loyniligum njósnaravirksemi í norskum sjógvi.
Soleiðis ljóða boðini frá trygdartænastuni hjá norsku løgregluni, PST.
Noreg hevur fyrr sett tiltøk í verk, sum avmarka møguleikan hjá russiskum skipum at fáa atgongd til norskar havnir, og serliga eru tað tvey skipafeløg, sum ES hevur undir illgruna fyri at undirgrava og hótta trygdina í Evropa.
Danmarks Radio hevði í gjárkvøldið eina longri grein um hóttanina frá russiskum reiðaríum í sambandi við at hetta málið er til viðgerðar í uttanlandsnevndini hjá Føroya Løgtingi.
Áhaldandi hóttan móti Noregi
DR skrivar frá norsku fregnartænastuni, at tiltøkini, sum eru sett í verk, neyvan fara at forða fyri, at Russland roynir at gjøgnum føra loyniligt fregnartænastuvirksemi í norskum sjógvi.
- Vit meta, at sivil russisk skip og manningarnar umborð á skipum skrásett í øðrum londum kunnu brúkast av russiskum trygdar- og fregnartænastum, og harvið vera ein hóttan móti Noregi, sigur Eirik Veum, ið er seniorráðgevi í PST.
Hetta skrivar hann í einum skrivligum svari tið DR.
- Hetta virksemið hevur verið í gongd leingi, og er ein kendur háttur, sum russiskar tænastur brúka. Tað er partur av størri mynd av russiskari njósning, telduálopum, yvirgangi og órógvandi atgerðum, og hetta er eisini galdandi fyri russisk reiðarí, sigur ráðgevin hjá PST.
Trygdartænastan hjá norsku løgregluni upplivir, at russiskar fregnartænastur broyta sína framferð í somu takt, sum PST og aðrar vesturlendskar fregnartænastur avdúka virkishættirnar, sum russarar brúka. Eitt nú við at sigla undir flagginum hjá øðrum tjóðum ella við at broyta ognarskapin á skipunum hjá russisku reiðaríunum, greiðir Eirik Veum frá.
Murman SeaFood og Norebo
Norska stjórnin avgjørdi í summar at nokta reiðaríunum Murman SeaFood og Norebo JSC atgongd í norskar havnir. Hetta tí at illgruni var um njósning, men eisini fyri at fylgja somu linju sum ES-londini tóku fyrr í ár.
Murman SeaFood er undir illgruna, tí ein av trolarunum hjá felagnum, sambært ES, hevur verið nærhendis hernaðarvenjingum hjá Nato, og javnan lagt seg tætt at kritiskum undirstøðukervi og hernaðarligum økjum í Noregi.
Harumframt hevur trolarin víst óvanligan atburð nærhendis einum undirsjóvarkaðali nærhendis Svalbarð, har trolarin fleiri ferðir sigldi yvir kaðalinum áðrenn hann fekk álvarsligan skaða – ein tilburður, sum NRK hevur skrivað um fyrr.
Ein ES-frágreiðing avdúkar, at talan er um trolaran Melkart-5.
Russiska sendistovan í Keypmannahavn hevur áður víst allar skuldsetingar móti teimum báðum reiðaríunum aftur.
- Illgruni um hybridatgerðir
Tað eru júst hesi bæði russisku reiðaríini, Murman Sea Food og Norebo JSC, sum talan nú eisini er um at steingja fyri í Føroyum.
Málið er í løtuni til viðgerðar í løgtingsins uttanlandsnevnd. Í stuttum snýr málið seg um at geva landsstýrinum heimild til at seta tiltøk í verk, so føroysku tiltøkini samsvara tiltøkunum, sum ES-londini og Noreg seta í verk.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið skrivar landsstýrið millum annað:
“Tað eru serliga tiltøkini í sambandi við hybridhóttanir eftir fyriskipan 2024/2642, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, tí tvey russisk feløg, Murman SeaFood og Norebo JSC, sum hava fiskiloyvi í føroyskum sjógvi, eru millum tey, sum í ES eru undir illgruna fyri hybridatgerðir, og sum sostatt koma undir strong avmarkandi tiltøk”
Úr nevnd mikudagin
Í greinini hjá Danmarks Radio stendur, at danska fregnartænastan PET, sum hevur verið í Føroyum og havt fund við uttanlandsnevndina, ikki vil gera viðmerkingar til hesi bæði nevndu reiðaríini.
Fregnartænastan vísir til, at reiðaríini eru fevnd av tiltøkunum hjá ES og Noregi, men sigur:
- PET hevur sum heild gott og tætt samstarv við føroyskar myndugleikar um eitt nú njósnarahóttanina og vandan fyri, at Føroyar verða nýttar fyri at sleppa undan stongsli av vørum og tøkni. Í løtuni sleppa 28 russisk at sigla í føroyskum sjógvi. Fýra til sjey av hesum skipum, hoyra til tey bæði skipafeløgini, sum bæði ES og Noreg hava svartlistað.
Málið um víðkaðar heimildir at seta avmarkandi tiltøk í verk í sambandi við hybridhóttanir, varð lagt fyri løgtingið 14. august og var til fyrstu viðgerð 28. august beint í uttanlandsnevndina.
Uttanlandsnevndin hevur síðan fingið longt freistina at koma við álitið til løgtingið aftur. Freistin er sett til mikudagin 29. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald