Innanlands

Ókeypis at koyra gjøgnum nýggja tunnilin árið út

Fyri ein stóran buss verður tað 1.400 krónur dýrari at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin enn hinar undirsjóvartunnlarnar

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-12-17 13:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin letur nýggi Eysturoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu.

Nú er avgerð tikin um, at ókeypis verður at koyra ígjøgnum tunnilin fyribils tað, sum er eftir av hesum árinum.

Men næsta ár skal rindast fyri at koyra. Møguleiki er at tekna hald á tunnil.fo, sum eisini umsitur gjaldið til hinar báðar undirsjóvartunnlarnar. Tey, sum longu hava hald til Vága- og Norðoyatunnilin, nýtast ikki at tekna nýtt hald fyri at fáa avsláttur at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Sama hald er galdandi fyri allar tunnlarnar.

Stórur prísmunur
Men tað verður munandi dýrari at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin enn gjøgnum hinar báðar tunnlarnar.

Ein túrur gjøgnum Vága- ella Norðoyatunnilin kostar 100 krónur aftur og fram uttan hald og 20 krónur við haldi.

Gjøgnum nýggja Eysturoyartunnilin er prísurin settur til ávikavist 350 og 150 krónur, helvtarprís hvønn vegin.

Sjálvt millum báðar armarnar av Skálafjørðinum verður tað munandi dýrari enn at koyra gjøgnum teir gomlu tunnlarnar. Túrurin millum Rókina og Strendur kostar 250 krónur uttan hald og 50 krónur við haldi aftur og fram.

Fyri bussar er prísmunurin nærmast ekstremur.

Í Norðoya- og Vágatunnlunum er gjaldið fyri øll akfør 300 krónur uttan hald og 100 krónur við haldi.

Ein túrur aftur og fram millum Hvítanes og Strendur ella Rókina kostar 2.700 fyri ein buss, sum tekur meira enn 19 fólk. 2.500 við haldi. Prísirnir millum armarnar eru í hesum føri ávikavist 1.700 og 1.500 krónur.

Allir prísirnir síggjast her 

Tað skal sigast, at prísirnir at koyra gjøgnum bæði Vágatunnilin og Norðoyatunnil vóru munandi hægri at byrja við, og vórðu rættiliga skjótt reguleraðir niðureftir so hvørt sum myndin av ferðsluni gjørdist meira greið.

Yvirlit yvir søguligu gongdina á prísunum sæst her:

Vágatunnilin 

Norðoyatunnilin   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder