Innanlands

Fleiri fráboðanir um innbrot í gjár

Boðað varð frá innbroti í Dansifrøi og í einum neysti í Miðvági, og eisini hevði onkur roynt at brotið inn í OY.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-18 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fekk løgreglan tvær fráboðanir um innbrot og eina fráboðan um innbrotsroynd.

Fyrrapartin í gjár, stutt fyri klokkan níggju, varð boðað frá innbroti í Dansifrøi, har einar fimm fløskur av rúsdrekka vóru stolnar.

Innbrotið er hent einaferð millum mánakvøldið klokkan 18 og midnátt.

Om somu tíð varð boðað frá herverk á OY, har ein rútur í hurðini hevði fingið skaða.

Løgreglan metir, at talan var um eina innbrotsroynd. Hetta er hent millum mánakvøldið klokkan 18 og týsmorgunin klokkan átta.

Í gjár varð eisini boðað frá innbroti í einum neysti í Miðvági. Hongslini á hurðini høvdu fingið skaða, men fyribils sær ikki út til, at nakað er stolið.

Hetta innbrotið er hent millum fríggjadagin og týsdagin.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at um onkur hevur sæð nakað í sambandi við innbrotini, vil løgreglan fegin hoyra frá teimum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder