Mentan

Nýggjur sangur frá Theodor Petersen

Nýggi sangurin kallast “This World is not my Home”

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-06-18 17:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í samband við, at Theodor Petersen er vorðin 70 ár, hevur hann verið í studio og sungið inn sangin “This World is not my Home”, sum kemur út í dag. Ein sangur, ið Theodor hevur sungið alt sítt lív og tí valt at útgeva júst hendan sangin.

Gjøgnum árini hevur Theodor glett mong við sínum vakra sangi og síni sermerktu, vøkru og sterku rødd.  Sangurin ”This World is not my Home” er tikin upp í studio hjá Jákupi Zachariassen, og Óli Poulsen hevur mixað og mastrað sangin.

Eitt stuttligt við sanginum, sum Theodor eisini er glaður fyri, er, at allar fýra døtur hansara – Anna Sofía Mellemgaard, Margit Justinussen, Linda Mikkelsen og Rakul Petersen (SYSTRAR) – syngja kórrøddir á sanginum.

Til ber at ogna sær sangin á ymisku stroymingtænastunum sum Spotify og Itunes, men eisini ber til at hoyra sangin ókeypis á Youtube, í fjølmilunum ella við at lurta eftir sanginum á spotify.com.

Theodor Petersen er føddur á Tvøroyri 29. okt 1948, men hevur búð í Havn í 47 ár. Hann er giftur við Mortinu Petersen, vanliga nevnd Tina í Køkubúðini. Hóast mongu árini í Havn, kennir Theodor seg framvegis sum tvørámann. Hann hevur starvast á MBM í skjótt 40 ár, og í árunum 1987-2014 var hann leiðari á Fóðurdeildini.

Fakta
Theodor Petersen hevur hesar útgávur aftanfyri seg:

Jesus tær vil eg prísa. Kasettuband 1981

- Útgevari ENON og upptøka í M.Z. Studio

 

Now I have everything. CD 2008

- Útgevari Evangeliska forlagið og upptøka í Starstruck Studio Nashville

 

Eisini luttekur Theodor á Live upptøkuni Nashville.fo frá 2009 við sanginum ”Now I have Everything” og syngur duettina ”Til staðar ver í løtuni” á fløguni SYSTRAR hjá døtrunum.


Fakta um nýggja sangin

Heiti: This World is not my Home

Solosangur: Theodor Petersen

Bakrøddir syngja døtur hansara, Anna Sofía Mellemgaard, Margit Justinussen, Linda Mikkelsen og Rakul Petersen (SYSTRAR)

Orð og lag: Traditionelt lag, við Jim Reeves sum komponist.

Lagt til rættis og framleitt: Jákup Zachariassen

Trummur: Tórður Dam Jacobsen

Bass: Eyðun Johannesen

Banjo, El og kassa Guitar: Jákup Zachariassen

Klaver: Jeff Taylor

Slagverk: Óli Poulsen

Mix og mastering: Óli Poulsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder