Innanlands

Nýggju tunlarnir norður um Fjall endaliga samtyktir

Nú kann gongd setast á arbeiðið til nýggjar tunlar í norðoyggjum. Løgtingið samtykti málið einmælt við triðju viðgerð fyri løtu síðani

2021-01-26 14:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- So eru vit liðug at atkvøða. Málið varð einmælt samtykt. 31 atkvøðum fyri, og hetta málið er sostatt endaliga samtykt og avgreitt frá løgtinginum.

Hetta var ein stór løta hjá íbúgvunum eystan Múla, sum økið verður rópt. Nú koma tunlarnir, sum tey í nógv ár hava bíðað eftir.

Løgtingið samtykti endaliga fyri løtu síðani við triðju viðgerð at hækka játtanarkarmin til tunlarnar frá 252 milliónum krónum og upp til 522 milliónir krónur - tað, sum tunlarnir verða mettir at kosta í dag.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Um miðjan februar verður høvuðsarbeiðstøkan av teimum báðum tunlunum boðin út, og gongur sum ætlað, byrjar arbeiðið tíðliga í summar.

Tunlarnir norður um Fjall verða væntandi lidnir í 2024.

placeholder
placeholder