Innanlands

Nýggja flogfarið hjá Atlantsflog hevur royndarflogið í Hamburg

Í dag var triði túrurin innan eina viku, og A-320 flogfarið kemur eftir ætlan skjótt til Føroyar til rutuflúgving

Mynd: Ólavur Frederiksen/Savnsmynd

Mynd: Ólavur Frederiksen/Savnsmynd

2019-07-10 16:11 Author image
Agnar Prestá

18. juni boðaði Atlantic Airways frá, at fyrsta neo-flogfarið kemur í flotan, og at tað skudi koma um ein mánað - tað vil siga í komandi viku. Talan er um eitt Airbus A320, ið Altansflog leigar frá frá amerikanska flogfelagnum Air Lease.

Hetta boðaði Atlantic Airways frá, samstundis sum at felagið kunnaði um, at tvey nýggj flogfar av sama slagið vóru keypt. Hesi koma sambært sáttmálanum við Arbus ávíkavist seint í 2023 og fyrst í 2024.

Fløgførini av hesum slagum eru, sambært heimasíðuni hjá føroyska flogfelagnum, meira umhvørvisvinarlig enn eitt vanligt Airbus-flogar: Tey brenna upp til 20% minni, og eisini er óljóðið frá flogførunum 50% minni. Eitt A320-neo taka eisini fleiri ferðafólk enn A-319, ið eru í flotanum hjá Atlantic Airways í løtuni.

Vágaportalurin skrivar, at A320-flogfarið sum Atlantic hevur leigað í dag hevur havt sín triðja royndartúr. Hetta sæst á heimasíðuni flightradar24, har yvirlit er yvir flogferðslu. Har sæst eisini ein mynd av flogfarinum.

Sambært yvirlitinum varð Neo-flogfarið í luftini hósdagin, í gjár og í dag. Mánadagin var flúgvitíðin 20 minuttir. Eftir ætlan kemur flogfarið til Føroyar í komandi viku. 

placeholder
placeholder