Mentan

Nýggj pantskipan á G! minkar plastdálking

Bikarini, tú fært, kanst tú endurnýta og harvið spara tíggju krónur næstu ferð tú keypur

2018-07-09 18:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Umhvørvið líður undir okkara ovurnýtslu av plasti. ”Hetta er ein felags uppgáva fyri alla mannaættina”, staðfestir ST. Nú vísir G! Festival á ein umhvørvisvinarligan leist, sum kann gera festivalar, stevnur og aðrar stórar veitslur í Føroyum grønari. 
 
”Vit vilja ikki vera tey, sum blaka plast á sjógv”, siga fyriskiparirnir av G! Festival, sum saman við Gist og Vist taka eitt felags fet fram móti eini grønari festivalframtíð.

”Hóast vit ikki fáa loyst allan trupulleikan í fyrsta umfari, so er hetta tað fyrsta og avgerandi fetið”, sigur Sigvør Laksá, stjóri í G! Festival.

Høvuðspallurin á G! Festival liggur út til sjógvin og tá er vandi fyri, at ruskið frá teimum fleiri túsund gestunum kann enda í sjónum. Fyriskiparirnir hava verið varugur við trupulleikan í eina tíð, og hava í nøkur ár arbeitt við at forða fyri, at umhvørvið skal líða undir festivalinum, sigur Sigvør Laksá. 

Og nú verður ynskið gjørt til veruleika við eini pantskipan.

Slóðbrótandi pantskipan
Eitt stórt átak verður sett í verk fyri minka um nýtsluna av gløsum. Gløsini, sum gestirnir fáa útvegað, tá tey keypa øl og annað drekkandi í básunum hjá Gist og Vist, kunnu tey endurnýta og harvið spara tíggju krónur næstu ferð, tey keypur eina øl ella annað drekkandi. 

”Hetta gera vit fyri at eggja fólki til at endurnýta síni gløs”, sigur Sigvør Laksá. Eisini kanst tú savna gløs inn og fáa pengar inn á títt meira av tí góða-kort ella fáa pantin útgoldnan í reiðum peningi. Fyri hvørt glas, um verður latið inn, verða tíggju krónur útgoldnar. 

Grønari servisa

Men tað er ikki einans pantskipanin, sum skal gera festivalin grønari. G! Festival hevur heitt á sølubásarnar um at nýta servisu, sum er gjørd úr umhvørvisvinarligum tilfari.

”Servisan úr plasti verður skift út við servisu úr millum annað træ, sum kann brótast niður í náttúruni”, sigur Sigvør Laksá, sum tó ásannar, at tað í fyrsta umfari ikki ber til at skifta alt plast út við annað tilfar. 

”Vit byrja við hesum fyrsta fetinum og arbeiða víðari eftir sama leisti komandi árini”, fortelur Sigvør Laksá og sigur, at hetta kann vera slóðbrótandi fyri allar festivalar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder