Innanlands

Nýggj bachelor-útbúgving í maskinfrøði nú veruleiki

Talan er um bachelorútbúgving í maskinfrøði, ið kann byggjast oman á verandi maskinmeistaraútbúgving

2019-06-14 11:25 Author image
Jan Müller
placeholder

Vinnuháskúlin og Fróðskaparsetrið hava í felag lagt útbúgvingina til rættis, og nú landsstýriskvinnnan í mentamálum, Hanna Jensen,  hevur góðkent útbúgvingarprofilin, kann BSC útbúgvingin í maskinfrøði verða boðin út á Fróðskaparsetrinum.

Wilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum fegnast um, at maskinmeistarar loksins fáa atgongd til víðari lestur á universitetsstøði. Hann vísir tó á, at góða og solida maskinmeistaraútbúgvingin, sum vit kenna hana í dag, verður óbroytt.

Í fyrireikingararbeiðinum hava Fróðskaparsetrið og Vinnuháskúlin millum annað samskift við Danmarks Tekniske Universitet um innihaldið og um framhaldsmøguleikar eftir lokið prógv í maskinfrøði.

Nýggja útbúgvingin er skipað í samsvari við Bologna-leistin.

Lýsing av útbúgvingini finst her:

https://www.setur.fo/fo/utbugving/bachelor/maskinfrodi/

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder