Innanlands

Nú skal kannast hví eldurin kyknaði við Ljósá

Ikki er greitt hví eldur kom í virkisbygning við Ljósá í gjárkvøldið. Ein maður var inni í bygninginum tá eldur kyknaði, men slapp út í øllum góðum

(Mynd: Rose's Cafe Restaurant & Catering)

(Mynd: Rose's Cafe Restaurant & Catering)

2022-08-10 07:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgun er kanningararbeiðið við Ljósá byrjað. Orsøkin til, at eldur kom í virkisbygningin hjá Sandblásing hjá KJ, skal finnast.

Brandteknikari er farin í gongd, og avgerð skal takast um vit skulu hava fólk úr Danmark at kanna eldsbrunan, verður sagt av løgreglustøðini í morgun.

Ein maður var inni í bygninginum tá eldurin kyknaði, men sum skilst kom tað óvart á mannin. Eingin fólkaskaði stóðst av eldinum, men helvtin av bygninginum er brunnin í grund.

Við teimum upplýsingum vit hava higartil, er tað ógreitt hví eldur kom í, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Tað tók drúgva tíð at fáa tamarhald á eldinum. Fráboðanin um eldin kom klokkan 17:33, og fýra tímar seinni var tamarhald á, og beint fyri tíggju varð alt sløkt. Sløkkiliðini á Eiði og í Sundalagnum fingu hjálp úr Havn til at sløkkja eldin.

Landsvegurin framvið Ljósá varð stongdur í fleiri tímar í gjár, tí kemisk evni vóru í bygninginum og roykurin var vandamikil. Trý til fýra húski vóru eisini flutt burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder