Innanlands

Norska krónan fer sendandi niður í virði

Hetta er orsaka av fallandi oljuprísinum og koronavirusinum. Nú er virði bert 57 oyru í donskum peningi

Prískríggið á oljumarknaðinum ávirkar Noreg

Prískríggið á oljumarknaðinum ávirkar Noreg

2020-03-20 06:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár gjørdist greitt, at norska krónan hevði verið fyri størsta fallinum í virði uppá eitt samdøgur í 28 ár - ikki síðani 1992 hevur tað gingið skjótt niðureftir.

Eitt er koronavirusi, ið ger sítt til at heimsbúskapurin fær trupulleikar. Tað at hjólini í samfelagnum ikki mala eins skjótt og áður, gongur eisini útyvir eitt av heimsins ríkastu londum.

Eitt annað er oljuvinnan, ið er høvuðsídnaðurin hjá Noreg. Tað er serliga seinasta mánaðin, at er prísurin farin skramblandi niður - síðani nýggjar er prísurin fyri tunnina farin niður við 60 prosentum. Orsøkin er eitt prískríggj millum Russland og Saudi Arabia. Hetta hevur trýst prísin á olju niður, og hetta ávirkar í stóran mun vinningin hjá Noreg.

Les eisini: Norra rakt tvífalt: Av korona og oljuprísi samstundis

Virði á norsku krónuni varð í gjárkvøldið skrásett at vera tað sama sum 57 oyru í donskum krónum. Seinasta mánðin er hon fallin 20 prosent í mun til donsku krónina, skrivar danska TV2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder